Norskamerikanarar

Marilyn Monroe (f. 1. juni 1926 í Los Angeles, Kalifornia) er ættað úr Noregi.
Petersburg, Alaska. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar úr Norra.
Gomul stavkirkja í Rapid City, South Dakota. Gamlar stavkirkjur eru víða hvar í Dakota. Ikki ein nagli ella spíkari er í stórviðinum, og kortini tola tær, at nógvur kavi legst á tær um veturin.
Myndin er tikin í Minneapolis, Minnesota.

Norskamerikanarar (enskt: Norwegian Americans) eru fólk ættað frá norsku niðursetufólkunum í USA. Flestu tilflytararnir, sum búgva í norðurríkjunum, eru úr Skandinavia. Nú á døgum búgva um 4,643,339 norskamerikanarar í USA. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Flestu fólk av norskari rót, búgva í t.d. Minnesota, Dakota og Wisconsin.

Hóast flestu norskamerikanar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í USA, hava teir goymt mentan sína, t.d. málið og listina. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Nógv eru tey, ið eiga norsk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Norskur tónleikur og matur er væl dámdur í t.d. Minnesota. Árligar skíðkappingar, til dømis snirr, lop, strok og langrenn, hava alstóran áhuga ímillum norskamerikanska fólkið.

Meginparturin av fólkinum eru lutherskar.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy