Porkeri

Porkeri
Porkere (danskt)
Bygd
Havnin í Porkeri
Havnin í Porkeri
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Porkeris kommuna
Íbúgvar 293 (2016)[1]
Postnummur FO-950
Markatal 37-00-00

Porkeri er ein bygd og kommuna í Suðuroynni. Bygdin liggur á eystursíðuni á oynni uttalaga á norðara armi á Vágsfirði. Porkeris skúli varð tikin í nýtslu í 1984. Skúlin er skipaður við 7 ára skúlagongd og halda næmingarnir fram í framhaldsdeildini í Vágs skúla. Skúlaárið 2005/2006 arbeiddu 3 lærarar í skúlanum, onkur fulla tíð og aðrir niðursetta tíð. Barnatalið í skúlanum var tá 29. Um veturin eru ymisk tilboð til kvøldskúlaundirvísing, t.d. kunnu tilboð vera um undirvísing í postalínsmáling, hondarbeiði og seyming. Luttøkutalið liggur vanliga um 40-60. Fimleikarhøllin verður nógv nýtt, serliga vetrarhálvuna. Eitt borðtennisfelag varð stovnað í Porkeri í 2009, tað nevnist Purkan.[2] Nýggjur skúladepil varð bygdur í Grønudali í Porkeri, beint við Hov. Hann varð tikin í nýtslu í 2009. Í skúladeplinum eru tveir skúlar: Miðnámsskúli og Heilsuskúli.[3]

  1. Hagstova.fo
  2. Sudurras1.com[deyð leinkja]
  3. Dimma.fo[deyð leinkja]

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy