Bangladesj

গণপ্রজাতন্ত্রী বাংলাদেশ
Fólkalýðveldið Bangladesj
Flagg Fólkalýðveldið Bangladesj
(Flagg Fólkalýðveldið Bangladesj)
Skjaldarmerki Fólkalýðveldið Bangladesj
(Skjaldarmerki Fólkalýðveldið Bangladesj)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Amar Shonar Bangla"
Alment mál Bengali
Høvuðsstaður Dhaka
Forseti Zillur Rahman
Forsætisráðharri Sheikh Hasina
Fullveldi 26. mars 1971
(frá Pakistan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
147,570 km²
6.9 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
162 221 000
1,099.3/km²
Gjaldoyra Taka (BDT)
Tíðarøki UTC +6
Økisnavn á alnetinum .bd
Telefonkota +880

Fólkalýðveldið Bangladesj (bengali: গণপ্রজাতন্ত্রী বাংলাদেশ) er eitt land í Suðurásia. Bangladesj hevur bara mark við India. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing frá Vesturpakistan og stovnsetti nýggja ríkið Bangladesj. Almenna málið er bengali.

Bangladesj er av fátækastu og fjølbygdastu londum í heiminum, har eru eisini javnan melduródnir og vatnflóð, helst fram við strondini. Landið Bangladesj er í einum stórum áarósa og verður ofta rakt av svárari yvirflóð. Hóast vatn er mestsum allastaðni, er tað ofta ringt hjá fólki at finna reint drekkivatn í Bangladesj. Í mong ár hevur arbeitt verið við at fáa tamarhald á áunum, tálma fólkavøkstrinum og menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy