Bermuda

Bermuda
Flagg Bermuda
(Flagg Bermuda)
Skjaldarmerki Bermuda
(Skjaldarmerki Bermuda)
Tjóðarslagorð: Quo Fata Ferunt
Tjóðsangur: God Save the Queen
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Hamilton
Drotning Elizabeth II
Forsætisráðharri E. David Burt
Fullveldi einki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
53,57 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2016
 - tættleiki
 
63 779
1191/km²
Gjaldoyra Bermuda dollari (BMD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .bm
Telefonkota +1-441

Bermuda er ein oyggjabólkur sum hoyrir til Bretland, sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA. Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, North Carolina, sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda.

Kort av Bermudaoyggjunum. Eini 65.000 fólk búgva í Bermudaoyggjum, ið eru sum hálv Sandoy til víddar.

Oyggjarnar liggja 1.239 kilometrar sunnanfyri Cape Sable Island, Nova Scotia, og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av Miami.

Oyggjarnar eru 53,2 km2 til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km2. Høvuðsstaðurin eitur Hamilton, tó var St. George tann fyrsti høvuðsstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum.

Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy