| |||
Tjóðarslagorð: Pula (føroyskt: Regn) | |||
Tjóðsangur: Fatshe leno la rona | |||
Alment mál | Enskt, Tswana | ||
Høvuðsstaður | Gaborone | ||
Forseti | Mokgweetsi Masisi | ||
Løgmaður | Onki | ||
Fullveldi | 30. september 1966 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
581,730 km² 2,5 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
2,155,784 3,6/km² | ||
Gjaldoyra | Pula (BWP) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bw | ||
Telefonkota | +267
| ||
Botsvana er land í syðra-Afrika við 2,1 mió. íbúgvar í 2014.[1] Í suðri hevur Botsvana mark við Suðurafrika, í norðri við Sambia, í vestri við Namibia og eystri við Simbabvi. Í Botsvana er trygt fólkaræðiligt stýri. Botsvana er eitt av fáu londunum í Afrika, har tað hevur gingið støðugt framá búskaparliga. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966 var tað ørfátækt landbúnaðarland, fólkið livdi av sjálvbjargnisbúnaði. Rættilig ferð kom á búskaparligu menningina, tá ið diamantar vórðu funnir í 1967. Ein onnur týdningarmikil vinna eru stóru neytagarðarnir, sum eru komnir síðstu 30 árini. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966, var eingin høvuðsstaður, tí at tað hevði verið stýrt úr Mafikeng í Suðurafrika. Nýstovnaða ríkið bygdi tí nýggjan høvuðsstað, Gaborone. Um 200.000 fólk búgva nú í býnum (2010), sum umframt at vera høvuðsstaður eisini er miðdepil fyri ídnaði og samferðslu.
Botsvana hevur í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi. Eyðkvæmi var ein týðandi orsøk til, at fólkavøksturin í Botsvana eftir tíggju árum minkaði úr trimum prosentum niður í næstan einki.[2] Í Botsvana doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 66 ár í 2014, sbrt. WHO.[3] Í Botsvana er 23.4 % vaksin smittaður av hesi herviligu sjúku í 2014.[4]