Brasil

República Federativa do Brasil
Samveldislýðveldið Brasil
Flagg Brasil
(Flagg Brasil)
Skjaldarmerki Brasil
(Skjaldarmerki Brasil)
Tjóðarslagorð: Ordem e Progresso
Tjóðsangur: Hino Nacional Brasileiro
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Brasilia
Forseti Luiz Inácio Lula da Silva
Varaforseti Geraldo Alckmin
Fullveldi 7. september 1822
(frá Portugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
8 547 404 km²
0,65 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
201 009 622
22/km²
Gjaldoyra Réalur (BRL)
Tíðarøki UTC -2 til -5
Økisnavn á alnetinum .br
Telefonkota +55

Samveldis Lýðveldið Brasilportugisiskum República Federativa do Brasil), ofta stytt Brasilia ella Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA. Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguei, Argentina, Paraguei, Bolivia, Perú, Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana. Brasil hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir. Brasil er fimtstørsta land í heiminum, bæði hvat viðvíkir íbúgvatali og landafrøði. Við nógvum og góðum náttúrutilfeingi, skjótt vaksandi ídnaði og sterkum gjaldoyra, verður landið roknað sum eitt av heimsins komandi stórveldum [1].

Høvuðsstaðurin eitur Brasilia. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar. Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória.

Brasil er beint við og beint sunnan fyri ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í t.d. Rio de Janeiro er 24 °C.

  1. Jorge Dominguez: Byung Kook Kim (2013). Between Compliance and Conflict: East Asia Latin America and the New Pax Americana. Center for International Affairs, Harvard University. pp. 98–99. ISBN 978-1-136-76983-2.

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy