Franska Gujana

Guyane française
Flagg Franska Gujana
(Flagg Franska Gujana)
Skjaldarmerki Franska Gujana
(Skjaldarmerki Franska Gujana)
Tjóðarslagorð: "Liberté, égalité, fraternité"
Tjóðsangur: "La Marseillaise"
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Cayenne
Forseti Fraklands Emmanuel Macron
Forseti Rodolphe Alexandre
Fullveldi Einki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
83,534 km²
0,02 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
250,109
3,0/km²
Gjaldoyra Euro
Tíðarøki UTC-03
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +594

Franska Gujana (á fronskum Guyane française ella bara Guyane) er í landnyrðingspartinum í Suðuramerika, eystan fyri Surinam og norðan fyri Brasil. Tað er franskur landslutur, har tey hava evruna sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin er Cayenne, sum hevur givið navn til m.a. cayennepipar. Landið er um leið tvær ferðir so stórt sum Danmark, men har búgva bara um leið 250.000 fólk. 95,5 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er regnskógur[1], ið er ein tann fremsti í heiminum, tá ið talan er um lívsfrøðiligt margfeldi. Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir.

  1. http://rainforests.mongabay.com/20frenchg.htm

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy