Juneau

Juneau, Alaska
Flagg Skjøldur
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Alaska
Vídd: 8 429,64 km²
Íbúgvar (2019): 31974[1]
fyri km²: /km²
Heimasíða: juneau.org
Høvuðsstaðurin í Alaska eitur Juneau, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin í Alaska eitur Anchorage.

Juneau er høvuðsstaður í Alaska, og liggur í syðru Alaska, 56 km vestanfyri kanadiska markið og 924 km frá Anchorage. Her búgva 32 660 íbúgvar og hetta ger Juneau til næststørsta býin í stakríkinum. Juneau er eisini ein sjálvstýrandi landslutur. Í Juneau eru hvørki vegir ella jarnbreytir millum bygdir. Øll samferðsla er eftir sjónum ella loftvegis. Men ísurin er nógvur um veturin og tarnar skipaferðsluni, so mesta samferðslan er við flogførunum. Teir brúka eisini tyrlur. Um veturin brúka teir dúgliga kavaskutara ella hundasletu.

  1. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named census

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy