Kambodja

Preăh Réachéanachâk Kâmpŭchéa
Flagg Kongsríki Kambodja
(Flagg Kongsríki Kambodja)
Skjaldarmerki Kongsríki Kambodja
(Skjaldarmerki Kongsríki Kambodja)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: "Nokor Reach"
Alment mál Khmerskt
Høvuðsstaður Phnom Penh
Kongur Norodom Sihamoni
Forsætisráðharri Hun Manet
Fullveldi 9. november 1953
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
181,035 km²
2.5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
15,205,539
81.8/km²
Gjaldoyra Riel (KHR)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .kh
Telefonkota +855

Kongsríki Kambodja (khmerskt ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í Landsynningsásia. Kambodja var franskt hjáveldi fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu Pol Pot og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, ið vóru kristin, buddistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Vietnamesar róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og fólkaræði í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið.

Í Kambodja búgva nú umleið 15 milliónir, harav umleið 96 % eru buddistar, 2 % muslimar og 1 % kristin. Kambodja er millum fátækastu lond í heiminum. Korruptión er ein stórur trupulleiki í landinum. Serliga tey veiku og fátæku líða undir hesum. Stórur tørvur er á útbúgving og heilsuhjálp. Uml. 23 % av fólkinum eru analfabetar. Nógvar familjur hava tað trupult vegna alkoholismu og harðskap. Hetta gongur serliga hart út yvir kvinnurnar og børnini.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy