Kili

República de Chile
Flagg Kili
(Flagg Kili)
Skjaldarmerki Kili
(Skjaldarmerki Kili)
Tjóðarslagorð: "Por la razón o la fuerza"
Tjóðsangur: "Dulce patria, recibe los votos"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Santiago
Forseti Gabriel Boric
Varaforseti
Fullveldi 12. februar 1818
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
755 696 km²
1,07 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
19 677 310
26/km²
Gjaldoyra Kilskur peso (CLP)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .cl
Telefonkota +56

Lýðveldið Kili (spanskt: República de Chile) er eitt land í Suðuramerika. Í norðri hevur Kili mark við Perú og Bolivia, og í eystri við Argentina. Høvuðsstaður er Santiago. Landið er lýðveldi, og trúgvin er sum allastaðni í Suðuramerika tann katólska. Kili er 4200 km langt, tað er líka langt, sum úr Føroyum til Kanariuoyggjar. Har landið er breiðast, er tað bara 180 km. Høvuðsstaðurin eitur Santiago, og tey flestu fólkini búgva í høvuðsstaðnum og størsta havnarbýnum Valparaíso. Landið er til ummáls 756,096 km2 (2 ferðir størri enn Týskland) men við 18,5 mió íbúgvum (1/5 av týska fólkatalinum).

Landið hevur spanskt sum høvuðsmál og brúkar latínska alfabetið.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy