Kuba

República de Cuba
Lýðveldið Kuba
Flagg Kuba
(Flagg Kuba)
Skjaldarmerki Kuba
(Skjaldarmerki Kuba)
Tjóðarslagorð: Patria o Muerte
Tjóðsangur: La Bayamesa
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Havanna
Forseti Miguel Díaz-Canel
Varaforseti Salvador Valdés Mesa
Fullveldi 1. januar 1959
(frá USA)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
109 884 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
11 167 325
101,6/km²
Gjaldoyra Kubanskur Peso (CUP)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .cu
Telefonkota +53

Kuba er eitt land í Karibiska havinum. Høvuðsstaðurin á Kuba er Havanna. Flestu kubanar eru ættaðir frá sponskum niðursetufólkum ella afrikonskum trælum úr Afrika, ið vórðu førdir hagar at arbeiða í búnaðarlundunum. Í góð fimmti ár hevur Fidel Castro styrt Kuba, men kommunistiska stýri hansara hevur elvt til, at landið hevur verið avbyrgt frá stórum pørtum av umheiminum.

Fleiri enn 200 áir renna ígjøgnum grønu dalarnar í størstu oynni í Karibia, Kuba. Annars eyðkenna fjøll, heyggjar og víðar fløtur landslagið, og allastaðni er jørðin ógvuliga fruktagóð og hóskar væl til at dyrka sukur, tubbak og alskyns tropiskar fruktir og grønmeti.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy