Los Angeles

Los Angeles, Kalifornia
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá New York City
Grunddáta
Land: USA Sameindu Statirnir
Lutstatur: Kalifornia Kalifornia
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2014): 3 884 307
fyri km²: 3 198/km²
Heimasíða: www.ci.la.ca.us

Los Angeles ella L.A. er næststørsti býur í USA og størsti býur í Kalifornia. Los Angeles varð grundlagdur í september 1781. Upprunanavnið hjá býnum er El Pueblo de la Reina de los Ángelesføroyskum "Bygdin hjá einglanna drotningini")[1], og býurin verður eisini róptur City of Angels (føroyskt "einglanna býur"). Í sjálvum býnum búgva 3,8 milliónir í 2014. Men L.A. er vaksin saman við fleiri aðrar býir, og til samans eru hesir býir eitt veldiga stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er uml. 10.000 km2. Í stórbýarøkinum búgva uml. 13 milliónir fólk. Tað er meira enn 2 ferðir so nógv sum í Danmark. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast hagar á hvørjum ári.

Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd bilar og flogfør. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama dálking. Tætt við býin eru góðar oljukeldur. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.

Størsta tíðindablaðið er Los Angeles Times.

  1. From about August through September 1781, Governor de Neve, the settlers (11 men, 11 women and 22 children - one family never made it to Los Angeles), along with soldiers, mission priests and a few Indians, set out for the last leg of the journey to arrive at the site of the new pueblo alongside the Los Angeles River. Governor de Neve recorded the date, September 4, 1781, as the official date of establishment of El Pueblo de la Reina de Los Angeles or The Town of the Queen of the Angels.: The Settlement of Los Angeles, laalmanac.com

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy