Marshalloyggjar

Aolepān Aorōkin M̧ajeļ
Republic of the Marshall Islands
Lýðveldið Marshalloyggjar
Flagg Marshalloyggjar
(Flagg Marshalloyggjar)
Tjóðarslagorð: Accomplishment through Joint Effort
Tjóðsangur: Forever Marshall Islands
Alment mál Marshalloyskt, enskt
Høvuðsstaður Majuro
Forseti Hilda Heine
Átrúnaður Kristindómur 97,50 %
Aðrir 2,50 %
Fullveldi 21. oktober 1986
(frá USA)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
181,42 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
54 600
301/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari
Tíðarøki UTC +12
Økisnavn á alnetinum .mh
Telefonkota +692

Marshalloyggjar (marshalloyskt: Aolepān Aorōkin M̧ajeļ, enskt: Republic of the Marshall Islands) eru oyggjaland í Oseania. Marshalloyggjar hava bara umleið 54 túsund íbúgvarar (des. 2011). Størsti býurin og høvuðsstaður er Majuro. Majuro hevur umleið 26 túsund íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, marshalloyskt og enskt. Miðallívsævin í landinum er 73,03 ár. 6,3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy