Mongolia

Flagg Mongolia
(Flagg Mongolia)
Skjaldarmerki Mongolia
(Skjaldarmerki Mongolia)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Mongol ulsyn töriin duulal"
Alment mál Mongolskt
Høvuðsstaður Ulan Bator
Forseti Ukhnaagiin Khürelsükh
(ᠤᠬᠤᠨᠠᠭ᠎ᠠ ᠶᠢᠨ ᠬᠦᠷᠦᠯᠰᠦ᠋ᠬᠡ,
Ухнаагийн Хүрэлсүх)
Forsætisráðharri Luvsannamsrain Oyun-Erdene
(ᠯᠤᠪᠰᠠᠩᠨᠠᠮᠰᠠᠷᠠᠢ ᠶᠢᠨ ᠣᠶᠤᠨ-ᠡᠷᠳᠡᠨᠢ,
Лувсаннамсрайн Оюун-Эрдэнэ)
Fullveldi 29. desember 1911
(frá Kingríkið)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,564,116 km²
0.43 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
3 179 997
2.03/km²
Gjaldoyra Tugrik (MNT)
Tíðarøki UTC +7 og +8
Økisnavn á alnetinum .mn
Telefonkota +976

Mongolia (mongolskt: Монгол улс), eisini nevndur Ytra-Mongolia [1], er eitt stórt land í Miðasia. Í norðri hevur Mongolia mark við Russland og í eystri, vestri og suðri við Kina. Ulan Bator er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Høvuðsstaðurin í Mongolia er miðdepil í landsins vega- og jarnbreytakervi. Fyri hundrað árum síðan var Ulan Bator lítil landsbýur, men kommunistastyrið gjørdi býin til stórbý.

Fjarskotna og strálbygda landið Mongolia var einaferð miðdepil í einum stórum heimsríki. Í 13. øld legði mongolhøvdingin Djengis Kan undir seg ovurstórt heimsríki, ið fevndi um meginpartin av Miðasia og Kina. Tá ið hann doyði, var sagt, at tað var næstan eitt ár at ríða úr øðrum enda í annan í ríki hansara. Sonarsonur hansara Kublai Khan tók við eftir hann, men í 14. øld legði Kina stórar partar av ríkinum undir seg aftur.

  1. http://www.infoplease.com/ipa/A0107796.html

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy