Nikaragua

República de Nicaragua
Lýðveldið Nikaragua
Flagg Nikaragua
(Flagg Nikaragua)
Skjaldarmerki Nikaragua
(Skjaldarmerki Nikaragua)
Tjóðarslagorð: Pro Mundi Beneficio
Tjóðsangur: Gloria al bravo pueblo
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Managua
Forseti Daniel Ortega
Varaforseti Omar Halleslevens
Fullveldi 15. september 1821
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
129,494 km²
7.17
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
5,848,641[1]
51/km²
Gjaldoyra Córdoba (NIO)
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .ni
Telefonkota +505

Nikaragua er eitt land í Norðuramerika. Á Miðamerikanska tanganum - millum Kosta Rika og Honduras - liggur Nikaragua, sum er størsta landið í Miðamerika. Til støddar er landið sum Ongland, men fólkatættleikin er lítil, bert 50 íbúgvar/km2. Í El Salvador, sum er tað landið í Miðamerika, har fólkatættleikin er størstur, búgva fimm ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í Nikaragua.

Bæði hvat landslagi, veðurlagi og samfelagsviðurskiftum viðvíkur, ber til at býta Nikaragua í tveir partar: Vesturnikaragua og Atlantshavsstrondini, sum eystara helvt vanliga verður nevnt. Veður- og landslag broytast frá tí kaldliga fjallaøkinum norður ímóti markinum við Honduras til heita láglendið við Kyrrahavsstrondina. Á Atlantshavsstrondini regnar alt árið. Vestanfyri búgva 90 % av fólkinum.

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/nu.html

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy