Puerto Riko

Estado Libre Asociado de Puerto Rico
Commonwealth of Puerto Rico
Puerto Riko
Flagg Puerto Riko
(Flagg Puerto Riko)
Skjaldarmerki Puerto Riko
(Skjaldarmerki Puerto Riko)
Tjóðarslagorð: "Juan es su nombre"
(enskt: "John is his name")
Tjóðsangur: "La Borinqueña"
Alment mál Spanskt, Enskt
Høvuðsstaður San Juan
Forseti Joe Biden
Guvernørur Pedro Pierluisi Urrutia
Fullveldi Einki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
8 959 km²
1,6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
3 752 789
418,8/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .pr
Telefonkota +1
1Puerto Riko hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði.

Samveldið Puerto Riko (spanskt: Estado Libre Asociado de Puerto Rico, enskt: the Commonwealth of Puerto Rico) er eitt amerikanskt hjáland í Karibia. Á Puerto Riko hevur USA ræðið, og hevur tað gjørt nógv fyri at bøta um teir ymsu vinnuvegirnar; men landið er so tættbygt, at tað føðir ikki fólkið, og nógv fólk flytur til USA. Hendan oyggin er í roynd og veru eitt statur í USA. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD).

Ódnin Maria rakti Puerto Riko 20 sept. 2017 sum ein ódn í kategori 5. Maria er skrásett sum kategori 5 í sokallaða Saffir-Simpson ódnarskalanum, og verður mett sum sjáldsama vandamikil. Hetta er fyrsta ferðin í 85 ár, at ein ódn rakar oynna beinleiðis. Ódnin hevur dripið minst 24 fólk í Puerto Riko.[1]

  1. https://www.nbcnews.com/news/weather/hurricane-maria-makes-landfall-puerto-rico-category-4-storm-n802911

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy