Ruanda

Repubulika y'u Rwanda
Republic of Rwanda
République du Rwanda
Flagg Ruanda
(Flagg Ruanda)
Skjaldarmerki Ruanda
(Skjaldarmerki Ruanda)
Tjóðarslagorð: Ubumwe, Umurimo, Gukunda Igihugu
(føroyskt: Semja, Arbeiði, Tjóðskaparkensla)
Tjóðsangur: Rwanda nziza
Alment mál Kinyarwanda, enskt, franskt og swahiliskt
Høvuðsstaður Kigali
Forseti Paul Kagame
Forsætisráðharri Édouard Ngirente
Fullveldi 1. juli 1962
(frá Belgia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
26,798 km²
5.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
11.689.696
343/km²
Gjaldoyra Ruandiskur frankur (RWF)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .rw
Telefonkota +250

Lýðveldið Ruanda (enskt: Republic of Rwanda, franskt: République du Rwanda og kinyarwanda: Repubulika y'u Rwanda) er eitt lítið land í Miðafrika. Ruanda hevur mark við Burundi í suðri, Tansania í eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Ruanda er Kigali. Kigali er eisini størsti býur og hevur uml. 1 mió. íbúgvar.

Almennu málini eru fýra í tali, kinyarwanda, enskt, franskt og swahiliskt. Fólkatalið í landinum er 11,7 milliónir. Landið er eitt av fátækastu londum í heiminum. Á vári 1994 fóru ósigandi ræðuleikar fram í Ruanda. Í 100 dagar drupu hutuar eina millión tutsiar, meðan ST-herlið hjálparleys hugdu at. Tey høvdu nevniliga fingið boð frá ST um at varðveita friðin, ikki at skapa hann. Ruanda hevur størstu umboðanina av kvinnum í tjóðartinginum, nevniliga 48,8 prosent. Í Føroyum er kvinnuliga umboðanin í Løgtinginum bara 9,4 prosent.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy