South Carolina

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Columbia
Størsti býur: Columbia
Innlimað: 23. mai 1788
Guvernørur: Henry McMaster (R)
Vídd: 82,931 km²
Íbúgvar (2011): 4,625,384
fyri km²: 55.37/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.sc.gov

South Carolina, á føroyskum ofta nevndur Suðurcarolina, (enskt: State of South Carolina) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbia. Í 1788 bleiv Suðurcarolina lutstatur í USA. Í norðri hevur Suðurcarolina mark við North Carolina og í suðri við Georgia. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er The Palmetto State (Palmetto er eitt slag av pálmi).

Nikki Haley (fødd 20. januar 1972 í Bamberg, Suðurcarolina) var guvernørur frá 2011 til 2017. Hon umboðaði republikanararnar. Haley er amerikanari, ættað úr India.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy