Tailand

Ratcha Anachak Thai
Kongsríki Tailand
Flagg Kongsríki Tailand
(Flagg Kongsríki Tailand)
Skjaldarmerki Kongsríki Tailand
(Skjaldarmerki Kongsríki Tailand)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Phleng Chat Thai
Alment mál Tailendskt
Høvuðsstaður Bangkok
Kongur Rama X
Forsætisráðharri Srettha Thavisin
Fullveldi 1238
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
513 120 km²
0,4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
65 998 436
132,1/km²
Gjaldoyra Baht (THB)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .th
Telefonkota +66

Kongsríkið Tailand (tailendskt: ราชอาณาจักรไทย, Ratcha Anachak Thai) varð stovnsett í 13. øld, og hevur verið sjálvstøðugt ríki síðan. Tað varð einasta land á meginlandinum í Landsynningsásia, ið ikki gjørdist hjáland og kom undir bretskt ella franskt yvirræði. Tailand hevur ongantíð verið hjáland. Høvuðsstaðurin í Tailandi er Bangkok og miðallívsævin í landinum er 69 ár (2008) [1].

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teiland, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Tailand[2].

Herurin í Tailandi tók ræði á landinum í mai í 2014, eftir at ófriður hevði valdað í landinum í fleiri mánaðir.

  1. "Archive copy". http://www.unicef.org/infobycountry/Thailand_statistics.html. Heintað 2011-01-10. 
  2. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?Id=53&l=fo&s22=Tailand. Heintað 2018-01-11. 

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy