Vanuatu

Ripablik blong Vanuatu
Republic of Vanuatu
République de Vanuatu
Flagg Vanuatu
(Flagg Vanuatu)
Skjaldarmerki Vanuatu
(Skjaldarmerki Vanuatu)
Tjóðarslagorð: "Long God yumi stanap"
Tjóðsangur: "Yumi, Yumi, Yumi"
Alment mál Bislama, enskt og franskt
Høvuðsstaður Port Vila
Forseti Tallis Obed Moses
Forsætisráðharri Bob Loughman Weibur
Fullveldi 30. juli 1980
(frá Stórabretlandi og Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
12 190 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
266,937
19,7/km²
Gjaldoyra Vanuatu vatu (VUV)
Tíðarøki UTC +11
Økisnavn á alnetinum .vu
Telefonkota +678

Vanuatu er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Port Vila. Vanuatu liggur í Melanesia, einar 1750 km. eystur úr Avstralia. Vanuatu er vestan úr Fiji og norðan úr Nýkaledónia. Landið er samansett av 83 oyggjum, 65 av tí, sum eru búgvar. Vanuatu gekk áður undir navninum Nýhebridurnar. Í Vanuatu - sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980 - búgva góð 267.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar - á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter.

Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95 % av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali: enskt, franskt og bislama. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir í Indiska Havinum og Kyrrahavinum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu, Maldivurnar og Marshalloyggjarnar standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy